Ongum er so trygt at fara

Orð: Lina Sandell
Lag: Svenskt lag úr 19. øld
Týtt: Jákup Dahl

1. Ongum er so trygt at fara
sum Guðs lítla barnaskara,
fugli ei í leyvi fjøldum,
stjørnu ei í himnatjøldum.

2. Harrin er á Sions fjøllum
vernd og skjøldur fólki øllum,
vil teim miskunnsamur vera
og á faðirørmum bera.

3. Eingin eydna, eingin vandi
slíta av skal barnabandið.
Hann sum vinur ber av øðrum,
veit um alt í øllum førum.

4. Hann øll hár á høvdi telur,
hann hvørt tár úr eyga fjelur,
okkum føðir, okkum klæðir,
gleðir, um so sorgin bagir.

5. Hvat hann tekur, hvat hann gevur,
faðirs hjartalag hann hevur,
og hans vilji er hin sami:
barnsins sanna gagn og frami.

6. Væl tær veri, lítla skara,
Jákups Guð teg væl skal varða;
honum, sum fekk megi alla,
fíggindar til jarðar falla.

7. Og tá her er farin dagur,
neyð er lokin, tagna klagur,
børn øll síni rødd hans kallar
heim til gleði ævir allar.

FavoriteLoadingGoym tekstin