Onki lív

Vit hava ongar pengar summi hava alt
Rokningar og lán fáa vit ei betalt.
Hini keypa bil fyri eina millión
Og á mínum korti har er ongin vón

Vit eru fátøk vit hava onki lív
Og um vit eta døgurða er tað uttan gaffil og knív.

Ikki ráð at roykja men tað hevur ein og hvør
vit mugu keypa breyð og eta uttan smør

Vit eru fátøk vit hava onki lív
Og um vit eta døgurða er tað uttan gaffil og knív

Nú eru vit blivin gomul nú er onkur vón
Nú kunnu vit keypa smør tí vit fáa pensión
Men tað heldur neppa leingið tí vit hava lán
So mugu vit heldur gera bankarán

FavoriteLoadingGoym tekstin