Onkur ferðaðist víða um lond og um hav

Victor Danielsen
Orð og lag: Ókendur
Týtt úr svenskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: När jag flyttar till himlen

1. Onkur ferðaðist víða um lond og um hav,
onkur stillur sat í síni bygd;
men mær leingist til staðin, ið Jesus mær gav,
har at búgva í gleði og trygd.

Niðurlag: Tá eg flyti til Himmals, á gullgøtur har,
hvør ein undurfull ferð verður tað!
Og eg tilgjørdur nú
bíði eftir, at tú
tekur barnið títt heim í tín stað.

2. Onkur sæð hevur mangt, sum á foldum er stórt –
tó, hvør tómt og hvør innihaldsleyst!
Men tá Harrin meg heim til sín sjálvs hevur ført,
skal eg skoða alt vakrast og best.

3. Eg skal hitta profetar og stórar gudsmenn,
hvørja læra mín leiðbeining var;
tó, mær bíðar eitt størri og dýrari enn:
Eg skal síggja mín Frelsara har!

4. Mangan stríðið var nógv, tá ein skuldi á ferð,
við at búgva og gera seg til;
men tá ferð mín á skýnum við Jesusi er,
ongan lut taka við mær eg vil.

5. Nei – her lærdi og hoyrdi eg um hann; men tá
onga Bíbliu meir nýti eg
og ei songbók, eg andlit til andlit skal sjá
teg, mín Harri, og tilbiðja teg!

6. Her farvæl mongum vininum siga vit, og
døpur var hvør ein skilnaðarstund;
men nú Harrin skjótt senda skal børnunum boð
til hin æviga fagnaðarfund.

FavoriteLoadingGoym tekstin