Onkur skal stíga um himnalið

Orð: Ókendur
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Úr norskum. Týddur í november-desember 1982.

1. Onkur skal stíga um himnalið,
:/: – tú ella eg? :/:
syngja um frelsu og sælan frið,
– skalt tú, skal eg?
Onkur skal gullgøtum ganga á
syngjandi fyri Guds trónu stá;
burtur um ævir er syndin tá.
:/: – Skalt tú, skal eg? :/:

2. Onkur skal skjótt leggja krossin sín,
:/: – tú ella eg? :/:
krýnast og íklæðast brúðarlín,
– skalt tú, skal eg?
Onkur skal Frelsarans ásjón sjá
ævigt í dýrdini himni á;
sloppin tey tá eru sorgum frá.
:/: – Skalt tú, skal eg? :/:

3. Onkur skal banka á læstar dyr,
:/: – tú ella eg? :/:
iðra seg, at tey ei komu fyrr,
– skalt tú, skal eg?
Onkur skal rópa: “Tú upp lat mær!”
“Eg teg ei kenni,” so ljóðar svar;
grátur og eymkan tá hoyrist har
:/: – frá tær, frá mær? :/:

4. Onkur skal lovsyngja sigursljóð:
:/: – tú ella eg? :/:
“Lambið oss keypti við sínum blóð´!”
– skalt tú, skal eg?
Onkur skal heilsa: “Vælkomin heim!”
hoyra frá frelstum ein dýrdargleim.
– Harri, man eg verða ein av teim?
:/: – Manst tú, man eg? :/: