Onkur um Himmalsins portur fer

Orð og lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Onkur um Himmalsins portur fer
skjótt ein dag nú, skjótt ein dag nú,
skoðar tað land, har ei deyði er;
skal eg, skalt tú, skal eg, skalt tú?
Onkur á gullgøtum ganga skal,
hoyra hitt himmalska hørpuspæl,
gleðast í endaleyst dagatal;
skal eg, skalt tú, skal eg, skalt tú?

2. Onkur skal krossin nú leggja skjótt –
skjótt ein dag nú, skjótt ein dag nú –
hvíla sítt høvur og hjarta møtt;
skal eg, skalt tú, skal eg, skalt tú?
Onkrum hon bíðar, hin hvíla blíð,
har sum ei kend eru sorg og stríð,
friður og gleði bert alla tíð;
skal eg, skalt tú, skal eg, skalt tú?

3. Onkur skal rópa: Tak móti mær!
skjótt ein dag nú, skjótt ein dag nú,
hoyra eitt svar bert: Far frá mær, far!
Skal eg, skalt tú, skal eg, skalt tú?
Onkur skal søkja, men finna ei,
einaferð opin lá lívsins leið,
kallið hann hoyrdi, men segði nei;
skal eg skalt tú, skal eg, skalt tú?

4. Onkur skal syngja um lív og frið
skjótt ein dag nú, skjótt ein dag nú,
einglum og heiløgum savnast við;
skal eg, skalt tú, skal eg, skalt tú?
Onkur skal hittast á gyltu strond,
knýta tey aftur, tey brostnu bond,
burt farnum vinum har rætta hond;
skal eg, skalt tú, skal eg, skalt tú?

FavoriteLoadingGoym tekstin