Opið Guds elskandi hjarta man standa

Orð: Magnus B. Malmstedt, Abraham Falk
Lag: Jean-Jacques Rousseau, Paul Ami Bost
Týtt: Jákup Olsen

1. Opið Guds elskandi hjarta man standa,
enn finna syndarar opnan hans favn;
hví vilt tú longur tá drála í vanda,
tá tú kanst ankra í tryggastu havn?
Orkar tú longur í syndini liva,
tá ið tú bjarging og frælsi kanst fá?
Vilt tú enn bera hin nívandi iva,
tá tú í trúnni kanst trygdina ná?

2. Monnum til frelsu varð Jesus jú givin,
okkara synd hann á krossinum bar,
har hann til síðst var so hagreiddur blivin,
at ikki menniskjum líkur hann var.
Skálina beisku at botni hann tømdi,
okkara skuldarbræv kvittaði hann,
lívið læt dómarin fyri tey dømdu,
við sínum deyða hann lív okkum vann.

3. Komið tí sálir, ja, syndarar armir!
Dupult fæst her fyri brek, fyri brest;
sár kunnu grøðast, og stillast kann harmur,
leinkjaða likam kann her verða leyst!
Er tað tá beint, at tú longur vilt vera,
har sum tær halda tey hindrandi bond?
Jesus teg frían og reinan skal gera,
alt verður bøtt av hans frelsandi hond.

4. Jesus, mín trúfasti Harri og Kongur,
øllum tú vanst mær, eg taki ímót!
Ei vil eg tærast av ivanum longur;
tú hevur lovað at leiða mín fót.
Fyrr skal ein móðir sítt bróstabarn gloyma,
fyrr enn títt hjarta er stongt fyri mær;
tí vil eg ikki í vantrúnni droyma –
fuglurin frelstur úr felluni varð!

FavoriteLoadingGoym tekstin