Opið hav

Orð og lag: Hamferð

Á, víddirnar
Andi gloymskunnar
Havsins hjarta
Slær djúpt her

Opið hav
Kenslan av
At vakna
Tó blundi eg
Havi teg
At sakna

Havsbrúgvin víðkast
Lotið gerst kalt
Longsulin blíðkast
Regn reinsar alt

Men ivin skræðir í tað
Sum sprettir úr nýggjum fræ
Dúkar styrki við myrkri
Eg biði teg, Himnanna Faðir
Gev mær megi

Eri eg (Opið hav)
Fríður her (Kenslan av)
Finni eg (At fara)
Lívið her (Undir kav)

Opið hav
Kenslan av
At vakna
Tó blundi eg
Havi teg
At sakna

FavoriteLoadingGoym tekstin