Opin stendur blóðsins kelda

Orð: M. J. Harris
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Opin stendur blóðsins kelda
fyri sjúku, synd og mein!
Sál mín hoyrdi Andans talu,
tá Hann segði: Kom, verð rein!

Niðurlag: Eg vil ævigt prísa Jesus,
fyri meg Hann særdur varð;
geva Honum prís og æru,
tí Hans blóð hvønn syndablett burt fær.

2. Mínar dreymar, planir, æra,
alt eg Honum yvirgav;
alt mítt egna mátti fara,
eins og dustið fall tað av.

3. Á mítt altar fall Hans eldur,
alt mítt hjarta kom í brand!
Ævigt vil eg Honum prísa,
til eg nái lívsins land.

4. Lov og prís Tær veri Jesus,
Tær nú prísar sál mín glað;
mína synd Tú burturbeindi,
reint gert Tú mítt sinnalag.

FavoriteLoadingGoym tekstin