Opna mítt eyga, biði eg

Meta av Fløtum
Orð og lag: Clara H. Fiske Scott
Týtt: Meta av Fløtum
Upprunaheiti: Open my eyes that I may see

1. Opna mítt eyga, biði eg,
sannleika tín tá síggi eg.
Leið meg hin undurfulla veg,
tá vil ei freisting hótta meg.
Stillur eg bíði eftir tær,
vilji tín ráði bert í mær.
Opna mítt eyga, skín á meg,
heilagi Gud!

2. Opna mítt oyra, bøn mín er,
rødd tín mær sannleika tín ber,
og tá títt orð eg hoyri her,
falslæti alt tá burtur fer.
Stillur eg bíði eftir tær,
vilji tín ráði bert í mær.
Opna mítt oyra, skín á meg,
heilagi Gud!

3. Opna mín munn, tá beri eg
sannleikans boðskap fyri teg.
Opna mítt hjarta, leið meg tín veg,
kærleiki tín tá lívgar meg.
Stillur eg bíði eftir tær,
vilji tín ráði bert í mær.
Opna mítt hjarta, skín á meg,
heilagi Gud!

FavoriteLoadingGoym tekstin