Orðið frá Gudi ei svíkur

Orð og lag: Lewi Pethrus
Týtt: Victor Danielsen

1. Orðið frá Gudi ei svíkur,
tað er ein trúføst pakt;
alt er í Jesusi amen,
alt, ið Gud hevur sagt.

Niðurlag:
Svíkja kann alt og svinna,
myrkrið av ljósi vinna;
men tann, ið trýr, skal finna,
lyftið, tað svíkur ei.

2. Skoða tær stjørnur og verðir,
ið tú á himli sær!
Skuldi hon veg tín ei funnið,
hondin, ið leiðir tær!

3. Trúgv, tá ið sólina fjalir
sorganna myrka skýggj!
Bert eina løtu, so skínur
æviga Sólin nýggj.

4. Trúgv, tá ið verðin forfylgir,
og tá Gud roynir teg!
Nei, fyri bønum og tárum
ikki hann fjalir seg!

5. Trúgv, um so vinirnir svíkja,
svíkja til síðsta mann!
Vinurin besti er eftir,
hann teg ei svíkja kann.

6. Trúgv tá, til eyga títt skoðar
tað, sum tú trúði her!
Hvør stuttur tími og dagur
nærri teg heimá ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin