Óttast ikki! Eg eri við tær!

Orð og lag: Hervør S. Djurhuus

1. Onkuntíð eri eg ræddur,
men Gud, hann er hjá mær,
og um eg skelvi og ei tori,
veit eg, Gud er hjá mær.
Eg veit, at Bíblian greidliga sigur,
vegur mín liggur í hansara hond.
Ja, hvønn ein dag,
hvørja stund, hvønn ein tíma
veit eg, Gud er hjá mær.

Niðurlag: Óttast ikki! Eg eri við tær!
ver ikki mótfallin! Eg eri tín Gud!
Eg styrki og hjálpi tær
og haldi tær uppi
við míni rættvísishond.

2. Eg havi lisið í Guds orði
um bæði stór og smá,
manga ferð ræðsla tey nívdi,
men Gud, hann var teim hjá.
Móses var ræddur, hann kundi ei tala,
Gud honum lovaði styrki at fá.
Pætur var ræddur,
tá hann steig út á vatnið,
men Gud var honum hjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin