Ovboðið

Orð: Balleba
Lag: Fjallprúða heim

Ballstungið fólk!
Vælsignaði gevið mær orðið,
í fjølmiðlum aldri eg tori,
at røða um
tjóðina sum
brátt fellur um.

Reyvrenda fólk,
hvat er til ráða at taka?
Ikki eitt oyra til nakað,
reyvrenda fólk.

Súrt goldnan skatt,
milliardir í stríðasta streymi,
liggja nú pent fyri teymi
við Gomlu Rætt.

Holuta land,
øll tíni fjøll gjøgnumborað,
vita skal Gud um teir tora
at bora meir
holini fleir.

Lógleysa land!
pakkar við skipum teir sendu
til allar menn sum teir kendu
fyri ein slikk
vinarpolitikk.

Sikta fólk rætt?
Tagnað er Heygadrangstosið,
prógv hylur SMS-posi
við Føroya rætt.

Ríkt var títt hav.
Virðismikil var fongur
nú kemur annarhvør drongur
ongul í reyv.

Fáfongda fólk,
førdi seg sjálvt fram í Focus
gjørdist við eitt hokus-pokus
úthongda fólk.

Olmussu, tú,
lova burt Schlüter og Nyrup
tjóðmerkið dyppað í Dyrup,
lágt blaktrar nú.

Tannleysa fólk,
lítið er bitið í monnum,
nú flýgur kráka við tonnum,
spyr bara hann,
heimasandsmann.

Tingleysa fólk,
nú fækkast kallmenn á tingi
lúta við nevi og lingi.
Púrgelda fólk.

Koyrið teir út!
Leggja vit øll nú í vaðið
aftur bragda skal slagið,
gev’ teimum krút.

FavoriteLoadingGoym tekstin