Óverdur eg var til ta náði, hann gav

Orð og lag: Ira Forest Stanphill
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Unworthy

1. Óverdur eg var til ta náði, hann gav,
óverdur at ganga hans leið.
Eg undrist, ein Kongur kom til mín, ein træl,
tann kærleik eg fata kann ei.

Niðurlag: Óverdur! Óverdur!
Ein maður, sum fjøturbundin var,
hann gjørdi meg frían og verdan hin dag,
tá syndaskuld mína hann bar.

2. Mín synd og mín sjúka so særdu hans rygg,
at blóðið rann sárum hans frá,
øll brot míni bundu av tornum ein krans,
ið settur varð høvur hans á.

3. Óverdur eg var til ta himmalsku dýrd
og Gudi at møta hin dag,
men skjótt skal eg syngja ein fagnaðarsong
um Lambið, sum leið í mín stað.

FavoriteLoadingGoym tekstin