Eg oyggjar veit, sum hava fjøll og grøna líð

Orð: Fríðrikur Petersen
Lag: Hans Jacob Højgaard

Eg oyggjar veit, sum hava fjøll og grøna líð,
og taktar eru tær við mjøll um vetrartíð;
og áir renna vakrar har og fossa nógv;
tær vilja allar skunda sær í bláan sjógv.
Gud signi mítt føðiland Føroyar.

Og tá ið veðrið tað er gott um summardag,
og havið er so silvurblátt um sólarlag,
so spegilklárt og deyðastilt og himmalreint –
tað er ein sjón, eg veit, tú vilt væl gloyma seint.

Men tá ið stormur spælir lag um fjallatind,
og bylgjurnar tær rúka av stað sum skjótasta hind,
og brimið stórar klettar ber langt upp á møl –
tá bát at temja gaman er við stýrisvøl’.

Mítt føðiland tað fátækt er, eg veit tað væl –
ei gullsand áin við sær ber um fjaladal;
men meðan líðin elur seyð og havið fisk,
so fæst við Guds hjálp dagligt breyð á føroyings disk.

Mítt føðiland tað er ei stórt sum onnur lond,
men so væl hevur Gud tað gjørt við síni hond,
at alla tíð tað til sín dregur hjarta mítt;
tí rúm tað best í Føroyum hevur at sláa frítt.

Mítt føðiland! Tað ynski mær í hjarta er,
at lukkan góð má fylgja tær á tíni ferð,
so leingi sólin roðar í fjøll um morguntíð,
og skuggi fer um grønan vøll og bratta líð.
Gud signi mítt føðiland Føroyar.

FavoriteLoadingGoym tekstin