Oyrasund

Finnur Jensen
Orð og lag: Finnur Koba

Hon
tekur sær ikki av mær.
Eg-eri deyð húð,
sum darlar á baki.

Von
við at hava meg uppi á sær;
men heima við hús,
ein moli á laki

Pilka meg av,
av tær
Tími ikki meir
at liggja í skeið.
Eg vil bara sova út.

Slepp mær avstað
av hesum stað.
Luftin hørð,
viljin sum smør.
Eg orki ikki meir
at treingja til ein ordiligan blund
á Oyrasund

Blint
er gestsins eyga.
Ikki fyrr enn í flogfarinum heim,
at lukturin sigur spar fimm
Illsint óansæð,
hvussu hon er vend og drejað.
Gevur varandi mein,
hvørja ferð eg hálist inn

So krøk meg av,
av tær.
Eg tími ikki meir
at siga við teir,
at eg hati ein, sum mær dámar.

So slepp mær avstað
av hesum stað.
Oyruni mør
av okkar’ krígshumør.
Eg orki ikki meir
At føla meg sum flongdan hund
á Oyrasund.

Kanska er tað ikki tær, tað er galið við
men okkurt gamalt agg millum meg
og Keypmannahavn.
Kanska vart tú bara ein innskotin setningur,
áðrenn punktum verður sett við hennara navn.
Bara ikki í Keypmannahavn

Pilka meg av…

FavoriteLoadingGoym tekstin