P.M. Dam

Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Skal kvøðast

Hvør veitir føroyingum mat inn í munnin
– pressugerð, sukur, siropp og »jam« –
vínið, teir drekka, breyðið, teir eta?
– Tað er ikki Poulsen á Strondum, men Dam.

Hvør veitir føroyingum pengar til gávu
– bert við at senda eitt fitt telegramm –
so teimum ei nýtist arbeiða longur?
– Tað er ikki Poulsen á Strondum, men Dam.

Hvør gevur føroyingum klæði á kroppin
– klæði av nylon, og annað fínt kramm –
so ikki teir ganga naknir og skelva?
– Tað er ikki Poulsen á Strondum, men Dam.

Hvørjum er tað, høvundar rósa
– meira enn Churchill og onkul Sam –
meira enn Nasser og Adenauer?
– Tað er ikki Poulsen á Strondum, men Dam.

Hvønn er tað, føroyingar allir tilbiðja
– sum ísraelsfólk tilbað sín Ábraham –
tilbiðja fyri undir- og uppskot?
– Tað er ikki Poulsen á Strondum, men Dam.

Um hvønn er tað føroyskir fiskimenn kvøða
– serliga tá ið teir fáa ein dramm –
at hann eigur lívið í teimum og teirra?
– Ikki um Poulsen á Strondum, men Dam.

Hvør hugsar ongantíð fyrst um seg sjálvan?
Hvør roynir ongantíð troðka seg fram?
Hvør hugsar bert um tað besta hjá øðrum?
– Tað er ikki Poulsen á Strondum, men Dam.

Hvør letur sólina skína í Føroyum?
Hvør lokkar mánan um náttina fram?
Hvør er á jørðini næstur Várharra?
– Tað er ikki Poulsen á Strondum, men Dam.

FavoriteLoadingGoym tekstin