Pætur á Brekku

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Regin Dahl

1. Pætur á Brekku var vinmaður mín,
hann bannaði illa og drakk sum eitt svín,
og prestur hann deildi – missiónsmaður bað,
men Pætur, hann legði ikki petti í tað.
“Eg skal svara fyri meg”, segði Pætur.
“Vit etast av møðkum – og vit verða ræ –
og okkum fjalir einaferð hitt skurvuta flag. –
Og tá vit eru farin, so vita vit tað,
tá er tøgn bæði dagar og nætur.”

2. Pætur var ikki, sum fólk eru flest –
at baksast á bunka tað fall honum best,
og tá hann stóð og stýrdi, meðan stormurin hvein,
kom upp ímóti hesum manni ikki maður ein.
“Eg eri, sum eg eri”, segði Pætur.
Skútan rann um streingirnar tein eftir tein,
meðan skýfjaldur mánin yvir sjógvarnar skein.
“Nú koma tit at kyssa míni frostbitnu bein –
eftir meg er tað eingin, ið grætur.”

3. Pætur á Brekku hann hataði sprund, –
men vinmaður var hann við kettu og hund.
Hann var bítskur í orðum, men góður í grund
og blíðkaðist altíð aftur um stund.
“Eg gifti meg aldri”, segði Pætur.
“Konurnar deila og meyla og knarra.
Bjarga meg úr slíkum standi, biði eg Várharra.
Nei, heldur einsamallur hoyra gjósturin tvarra.
Gifting voldir svøvnleysar nætur.”

4. Eina ódnarnátt á hundavakt heilt uppi við Kapp Norð
í ýlandi brotum sló Pætur fyri borð,
sín oljuklædda arm móti himni rætti hann,
meðan brotini sungu, og illlýsi brann.
Har fann hann bana sín, Pætur:
Síðsta steyp er drukkið, hin síðsta pípan roykt;
og tí er hvørt ennið á bunkanum boygt,
og segl eru strikað, og flaggið er lágt. –
Hin gamli situr afturi og grætur.

FavoriteLoadingGoym tekstin