Pápi er óður

Orð: Alexandur Kristiansen
Lag: Jensina Olsen

1. Pápi er óður,
og mamma er ill,
og kettan er rýmd
upp á ovastu hill,
og systir hon skeldar:
Tví vorði tær, Páll,
hví skuldi tú koyra
várt sjónvarp um koll.

2. Men um eg nú stillaði
meg, har tað stóð,
og segði gott kvøld
og ba-bu og halló,
so kanska tey ikki
saknaðu tað, –
og so vóru mamma
og pápi helst glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin