Pengar

Orð og lag: Martin Joensen

Tað fyrsta, ið eg lærdi var, at pengar eru alt.
Lykilin til paradísið, tá har inn tú skalt!
Eg seldi saft og runukøkur við kontantrabatt,
oysti upp í bankabøkur, – lívið kendist lætt!

Áðrenn eg var tíggju var eg multimillióner,
keypti rolls royce kassabil og mammu trý klaver.
Skúlanevndin bukkaði, tá eg koyrdi framvið
í kredittnotuklædningi, allarsíðsta snið!

Pengar, pengar, pengar! Hvar kann eg fáa meir?
Pengar, pengar, pengar! Hvar kann eg fáa fleir?
Undir madrassuni, ovast í skápinum goymi eg teir.
Pengar, pengar, pengar! Hvar kann eg fáa meir?

Bankastjórar elska meg, teir mussa meg á kinn,
– fáa gull í eyguni, tá eg tríni inn!
Gloyma alt um eginpening, spyrja ei um trygd,
– týskvøldið í klubbanum eg keypti Tofta bygd!

Eg gjørdist gamal drongur, tí ein dulla er ov dýr.
Eg girnist mínar pengar meir enn allar Føroya frýr!
Og tá ið eg skal jarðast vil eg hava allar við:
Hvørt eitt oyra, hvørja krónu, so hvíli eg í frið!

FavoriteLoadingGoym tekstin