Per Jákup Mikal

Orð (1894): Sverre Patursson
Lag: Norskt fólkalag
Viðmerking: Tátturin sipar til, at ein skylddrongur hjá høvundanum var nakað stórur, tá ið hann varð doyptur, av tí at foreldrini og prestur ikki kundu semjast um, hvussu navnið skuldi skrivast, á donskum ella føroyskum.

1. Ja, á Streymoynni eri eg føddur,
tey meg nevndu Per Jákup Mikal,
tá var vetur og vátakavi og rusk.
Ja, tann dagin, hann minnist eg so væl.

2. Tummas hann lænti mær hálsklút,
hartil hettu og vøttir aftrat,
so ballaðu tey meg inn í ommusa sjal,
og tað hjálpti ei, hvussu eg græt.

3. Lítið skilti eg av føroyskum orðum,
enn minni av prestmansins tal’;
uttan einans tað vóru tey orðini trý,
tá hann nevndi meg Per Jákup Mikal.

4. So gingu tey frá kirkjuni niðan,
tá stóð borðið fullrokað við mat,
kjøt og epli og dypp í stóra trog,
og súpan í dyllum afturat.

5. Brátt tey tveittu meg við grúgvuna niður,
sum eg var “eitt ,eg veit ikki hvat,”
síðan troðkaðu tey móti átinum fram,
og so lá eg har og gapaði og græt.

6. So lá eg har og grundaði og tonkti:
Tit sum virða so lítið um meg nú,
eg sýna skal tykkum manndómsbragd,
sum tit aldri skuldu til mín trú.

7. Eftir gólvinum fram mundi tita
ein tvísterta stór og so gramm;
alt fólkið rópti: “Koyr út, koyr út,”
men eingin tordi móti henni fram.

8. Lítið eg dugdi at ganga,
men grulva tað var mær so lætt,
við hondum og fótum eg titaði títt,
og umsíðir fekk eg rovdjórið fatt.

9. Tá kendi eg meg sum ein krígsmann,
ja, tað stundina minnist eg enn,
eg dvøldi ei leingi við lívið at taka,
men myrdi hana millum mínar tenn.

10. Upp leyp faðir so bilsin við gleði:
“Nei, nú trúgvi eg ei mínum eygum væl,
tú ert frægasti maður, ið inni er,
ja, tað ert tú, Per Jákup Mikal!”

11. Svaraði Hans Petur Niklái:
“Mín-sann ert tú maðurin meir;
tvístertan leyt at geva upp ond,
hennar hjarta, tað smellir ikki meir.”

12. Síðan tey meg væl ærdu,
mjólk, súpan og kjøt, tað var mín løn,
slíkan kost eg tørdi mína ungdómstíð,
sum mín sæli navni Jákup á Møn.

13. Nú eri eg ein tilkomin maður,
eg roysni havi gjørt uttan tal,
tann frægasti maður í okkara bygd,
tað eri eg, Per Jákup Mikal.

FavoriteLoadingGoym tekstin