Peran í loftinum er sólin í mínum lívi

Páll Oddur Lamain Rubeksen
Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Eg siti í kjallarinum og havi ikki verið í bað í dagavís.
Sjónvarpið blinkar, og telefonstikkið er tikið úr.

Eg havi Jens Paula Heinesen í skápinum,
og Hermann Jackobsen í plátuspælaranum.
Ein gomul Restorffs fløska vaggar í hjørninum.

Í gjár bankaði uppá. Uttanfyri lá ein drýlur við viðskera omaná.
Halda tey nú, at eg liggi á deyðastrá?
Eg havi ein bleikan kropp, sum einans sær ljós á miðjari nátt.
Peran í loftinum er sólin í mínum lívi.

Eg ynski mær eina konu, eg ynski mær eina mammu.
Eina, sum er góð við meg, og sum kann taka sær av mær.

Eitt breyð í vindeygakarminum og ein sigarett á teppinum
Holið í hosunum gerst størri um dagarnar.

FavoriteLoadingGoym tekstin