Petur Kyll

Orð: Ókendur
Lag: Vísulag

Eg ein sang nú syngja vil,
sum jú nú er blivin til,
um ein flokk av føroyingum, sum fór til Íslands.
Gentur, dreingir, konur, menn
fóru øll avstað í senn
fyri fimtanhundrað danskar kall um mánan.

Tað var “Dronningin”, sum fór,
hon var bæði flott og stór,
og har vóru tey øll fjøruti í tali.
Klokkan sjey fór hon avstað,
og alt gekk í besta lag,
inntil sjóverkurin spilti heila spælið.

Men tú kann tilhugsa tær,
at tá barrin opin var,
ei um rull og sjóverk meira nakar tosar.
Í salónini er tætt,
ja, sum seyður er í rætt,
og alt fylgið brátt av øl og whisky osar.

Har var dansur, har var spæl,
har varð drukkið tætt og væl,
konufólkini brátt flenna øll í kíki.
Tænarin á borðið ber,
um tú fullur, einki ger –
og tey føla seg sum mitt í Himmiríki.

Tvær so fittar vóru har,
segði Petur fyri mær,
lagaligar sóu tær út til at vera.
Onnur var úr Rituvík,
hon var Marilyn Monroe lík,
grønan hatt á høvdinum hon mundi bera.

Eg nú bjóða vil ein drink,
sigur Petur við eitt blink,
og hann rópar “tjener, lad os få en lille.”
Tænarin á leistum sprakk,
Petur sigur: “Takk-takk-takk!
Det var dejligt, for jeg føler mig så ilde.

Har du aldrig set mig før?
Petur Kyll fra Oyndarfjørð.
Jeg er bonde og har femogtybe køer,
men der er så kedeligt,
der er ingen Akvavit,
derfor rejser jeg nu op til Vestmanøer.

Hør De tjener, ved De hvad?
Jeg for kvindfolk er så glad,
men på Ondefjord, der findes bare køer.
Jeg om hjertet bli’r så blød,
og det kribler i mit kød –
når jeg ser på alle disse kønne møer.”

Men hjá Petur illa gekk,
einki konufólk hann fekk,
men tó fylstur hann av øllum mundi vera.
Millum borð og stólar datt,
til teir tóku í hann fatt:
átta fullir mans til koys hann máttu bera.

Best at kvæðið endar her,
tí nú barrin lokað er,
hesin túrur hevur nú ein enda tikið.
Tá eg Petur seinast sá,
hann í taxabili lá,
og hann rópti: koyrið Petur Kyll í “Ríkið”.

FavoriteLoadingGoym tekstin