Pilturin

Eg eri ein piltur á ellinta ári
Við brókum ið knappliga røkka á knæ,
Frøknut er nøsin, og stuttklipt er hárið
Við lið hongur svørð gjørt úr harðasta træ.
Tað verður ei leingi til stórur eg verði
Men enn er tað mesta fortreð, ið eg geri,
Men skjótt verður tað ikki so.

Tá eg verði stórur, tá verður tað betri,
Tí tá kann eg gera alt, hvat eg vil,
Tá kann eg baksa á sumri og vetri
Á sjógvi og landi, sum hugur er til.
Men enn tekur mamma meg ofta í oyra
Og sigur, at nú skal tú lítli mín hoyra
Tú ger ikki meira fortreð.

So skjótt sum eg prestahond fái á skallan
Eg keypi mær bát og ein sterkan motor,
Kalvan og toskin og hýsuna alla
Við ongli og króki eg syfti umborð.
Eg keypi ein veðr fyri trýhundrað krónur
Úr handlinum keypi eg túsund patrónir,
Og skjóti ein skarv og ein hval.

Eg fari til Grønlands við “Jógvan Elias”
Tí dangurnar tími eg ikki umborð
Tað halda pápi og eg vera frægast
Hoyr lítli mín, minst bara á hesi orð:
Hvat tær enn berst á, verð, tú bara ikki bilsin
Tak hendur í alt bæði í trolið og gilsin,
So blívur tú drúgvast til mann.

Um heystið tá eg komi aftur til landið
Eg fari til Havnar og meldi meg til,
Tí skiparaskúla tað er eingin vandi,
Har fái eg brúk fyri viti og skil.
Eg læri til skipara, stýrimann so lættan,
Tá kenni eg meg sum ein sjómann so rættan,
Ja, tá verður frøði á mær.

So steðgi eg heima í mánaðar fýra,
Og haldi so leiðina suður í verð,
Ein dampara stóran eg sjálvur skal stýra,
Ið siglir við meira enn tjúgu míls ferð.
Í Afrika eg mær ein apukatt fangi,
Í Kina ein túr eftir múrinum gangi,
So vinki eg til Chu-en-lei.

Úr Japan her keypi eg koppar og skálir,
Úr Russlandi vodka og gott kaviar
Úr Týsklandi riflur og trýstrentar nálir
Til Onglands ein túr og har eg fari á barr,
So vendi eg skútuni móti Alaska,
Har skal eg ein posa av gulli mær vaska
Og smugla hann heimaftur við.

Eg komi til Nólsoyar aftur at búgva
og byggi mær hús bæði vøkur og stór,
tá skulu tit øll, sum meg hoyra mær trúgva,
eg eri væl ríkari enn tá eg fór.
Tá manglar mær bara tað hentasta henta
Ein ung og ein føgur og yndislig genta,
Eg fái at giftast við mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin