Pínd undir byrði av synd og neyð

Orð: William Leslie
Lag: Ókendur
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Abundant life

1. Pínd undir byrði av synd og neyð
sálin í trældómi stríðir;
trúgvin, bert trúgvin á Jesu deyð,
loysa kann hjartað, sum líður.

Niðurlag: Lív, lív, eitt ævigt lív
geva tær Jesus kann eina;
lív, lív í yvirflóð
er í hans blóði aleina!

2. Skelvandi hjarta, hví stríðir tú
undir tí, hann hevur borið?
Lív í hans deyða tú eigur jú;
trúgv á hitt loysandi orðið!

3. Vanvirdur hekk hann hin myrka dag,
fá vóru tey, sum hann kendu;
hjørtuni mong eru nú tó glað,
tí tey til krossin sær vendu.

4. Far tí ei longur tín egna veg
fram mót fortapingarlandi!
Tak móti kallinum: Trúgv á meg!
Nú ið teg noyðir Guds Andi!

FavoriteLoadingGoym tekstin