Pinkulítla Føroyaland

Orð: Hans Debes Joensen
Lag: Friedrich Schwarz (Es war einmal ein Musikus)

1. Ein pinkulítil oyggjaflokkur í
Atlantshavi er,
forfjónaður og burturgoymdur úr stóru stóru verð.
Guðsdoyð – hallo, hallo: Havnin her,
tað út um allan heimin fer:
Teir sita og spæla “trumft” og sjavs í ein sarvaurð
og syngja so “eg oyggjar veit” við patos og bravour;
og so, og so – so falla allir føroyingar í fátt,
teir skuldu allir fingið tátt.

2. Ein pinkulítil ríkisdagur á Føroyalandi er,
sum hvørt eitt árið kompromis við danska statin ger.
Guðsdoyð – hallo hallo: Havnin her,
tað út um allan heimin fer:
Tá Jóannes í tinginum ger Andrass til ein turk,
tá skála rættir føroyingar og taka sær ein slurk;
og so, og so – so falla allir føroyingar í fátt,
teir skuldu allir fingið tátt.

3. Eitt pinkulítið pyntuflagg at seta upp á eitt klaver,
og síðani hvør flaggmaður tað í knappholinum ber.
Guðsdoyð – hallo, hallo: Havnin her,
tað út um allan heimin fer:
Studentarnir á ólavsøku gera flagghalloy,
og sambandsmenn teir svørja við og siga: pínadoyð.
Og so, og so – so falla allir føroyingar í fátt,
teir skuldu allir fingið tátt.

4. Ein pinkulítil turkur í Fuglafirði býr,
hann etur spik og garnatálg og mjólkar statsins kýr.
Guðsdoyð – hallo, hallo: Havnin her,
tað út um allan heimin fer:
At ein lús hon sýgur ryggin upp og miklan skriða ger,
men tað er eitt”fornøjilsi”, bert lúsin útlendsk er.
Og so – og so – so siga allir føroyingar: Gott, gott –
teir skuldu allir fingið tátt!

FavoriteLoadingGoym tekstin