Piparbússukvæðið

Orð og lag: Frank J. Dam

Gangi mót teim tredivu, tori ikki longur
vil ei verða kallaður gamal drongur
hvat skal eg gera, hvar finni eg ein maka
teir kjansir, o teir kjansir, hví skuldi eg teir vraka

Sjálvgjørt er vælgjørt, hví er tað so forbannað
hví kundi mín lagna ikki rakt onkran annan
sum tilkomin kanst tú bert ganga í frið
sum trúgvur drongur undir konufólkalið

Situr aleinaður kvøld eftir kvøld
ein piparbússusveinur í tjúgundu øld
ergrar seg grønan hvørja einastu nátt
um allar tær hann kendi, sum hvurvu so brátt

Vinir og kenningar, familja og grannar
tey geva mær ráðini, hvørt verri enn annað
fá tær eina, gift teg góði, sig bara til,
vit skulu nokk hjálpa tær, um bara tú vil
Eitt stríð er, hví er man sum leysur so bundin,
í himmalsins navni, nær kemur tann stundin
hvar ert ttú, mín genta, nær trínur tú inn
nær manst tú vísa teg, hví ert tú so svinn

Situr aleinaður…

Eg skuldi kanska gjørt, sum teir ótrúgvu flest:
gloyma alt um kærleika og binda meg sum best
so kundi eg gingið runt við frið í míni sál
brúkt kjaft um allar hinar sum ei náddu sítt mál

Situr aleinaður…

FavoriteLoadingGoym tekstin