Piparsangurin

Jákup VeyheSjúrður Skaale
Orð: Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale
Lag: Gamalt fólkalag

Kenni ein piparsvein,
sneiðir um ein marknaðstein.
Kenni ein gamlan drong,
liggur eina í síni song.

Kenni ein piparsvein,
hevur eingi damubein.
Tá man etur kjøt og breyð,
tá er best at vera tvey.

/: Hann er 30 ár í dag :/
/: Hann er 30 ár í dag :/

Um náttina, tá tað er kalt,
hevur pipar, manglar salt.
Hevur onga konu valt,
hevur pipar manglar salt.

Tíðin tú, flýgur nú,
til man syngur næsta vers.
Men hvør skuldi hesum trúð
– skjønnan dag er man 70.

FavoriteLoadingGoym tekstin