Politikarin

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Mín vinur hvar er tín revsandi rødd
Títt dirvi og livandi sangur
Mótmæli tíni um geilar og tún
Í býnum ein eftirklangur
Frá hjartanum orð um fólksins kor
Um heimin og samfelagsvirði
Tín provokatión og samfelagvón
Ja alt sum tú brendi fyri

Mín vinur slagorð um frælsi og breyð
Brátt tagnaðu tínar kanónir
Sum tíðin alt lagar og føðir so tey
Sum hava ambitiónir
At koma sær fram flokkin tú fann
Sum tú vildi reformera
Eitt hugsjónartap at sleppa framat
Og ávirkan tína gera

Mín vinur tú vildi koma á ting
Og verða tað fríska lotið
Men politiskir vindar mala í ring
Úr skotgrøvum verður skotið
Hvat leiðir á mál og hvør eigur moral
Á valdsins uppboðssølu
Rødd tín varð kvirr og ikki sum fyrr
Tí á tindunum er kølið

Ei vald og kærleiki ganga í takt
Í leiki hvønnannan at dálka
Og tíðindafólk standa ikki á vakt
Men í gerðini sær válka
Fólkið er við leiðslan fær frið
Journalistarnir svølgja sín iva
Er yrkið til fals ella tíðindi fræls
Øll royna at yvirliva

Um maktin mín vinur er súr ella sølt
Er søtur hvør sigandi sigur
Á vegnum beiskar kamelar fekk svølgt
Tað meirlutin át og fekk niður
Um kósin er bein og samvitskan rein
So fortíðin ikki teg fangar
Men ein nýpussað mynd ongin avgomul synd
Tí søgurnar eru so mangar

At seta í fokus sín egna persón
Og sína meining markera
Og fella yvir mótpartin dóm
Hvønn annan at niðurgera
Okkara ting lít teg í kring
Tað mesta er tokutala
Politisk visión og kritisk missión
Er nú bert líkasæla

Mín vinur hvar er tann dreymur í tær
Tað sum tú einaferð vildi
Vælkomin til valdið nú situr tú har
Er hugsan tín í gildi
Øll vilja alt og gera sær dælt
Hvør megnar har ómegdin ræður
Er demokrati vel og bind frið
Tí Føroyar er besti staður

FavoriteLoadingGoym tekstin