Prís tær, upp risni Jesus

Lag: Lowell Mason, J.M. Haydn
Týtt: Victor Danielsen

1. Prís tær, upp risni Jesus,
í dýrd og ljóma hátt,
sum steig av høga Himli,
til deyðans døpru nátt!
Prís tær í kongasæti,
har krúnuna tú ber,
tilbiðin fyri stríðið,
tú eitt sinn stríddi her!

2. Um enn til neyð og armóð
tú niður higar steig,
um enn tú her á krossi
ein skemdardeyða leið,
nú høgur uttan líka
í heiður, dýrd og makt,
tú ræður, inntil alt er
tær undir føtur lagt.

3. Men fólki tínum ert tú
hin sami vinurin,
í hásætinum alsamt
tó Jesus, Frelsarin!
Hin gjøgnumstungna hondin
hitt sama merkið ber,
harav vit enn teg kenna,
Guds Lamb, sum doyði her!

4. Lat alla hjálp bert svinna
og einki røkka til!
Tú sum hin sanni vinur
ei tíni svíkja vil.
Tú kennir várar brekir,
tú veitst um okkum alt;
tó kemur ei tann dagur,
tú tíni gloyma skalt.

5. Prís tær, tú ert hin sami,
sum her á krossi hekk,
sum háðaður og sligin
í deyðan lýðin gekk!
Prís tær, vit nú tær bíða,
og tíðin er jú nær,
tá tú tín barnaskara
vilt savna til tín har!

FavoriteLoadingGoym tekstin