Prís tær veri, Guð, vár faðir

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi

1. Prís tær veri, Guð, vár faðir,
sum í dýrdarljósi býr,
tær, sum grøs og liljur klæðir,
lívgar blítt alheimsins dýr.
Yvir alt á foldum her
menniskjan tær kærast er;
frelstir andar bera glaðir
lov og tøkk tær, lívsins faðir.

2. Prís tær veri, Jesus mildi,
sum til jarðar niður steig;
mansins ætt tú bjarga vildi,
deyðan fyri okkum leið,
særdur, soymdur høgt á kross
ævigt lív tú veitti oss,
himmiríki í at búgva
øllum teim, sum á teg trúgva!

3. Prís tær veri, Halgi Andi!
Hvønn, sum lýða vil títt kall,
leiðir tú í lívsins landið;
øll vár synd, hvørt brot, hvørt fall
fult er fyrigivið tá;
Harrans dýrd vit skulu sjá,
altíð sælir, altíð glaðir
syngja Guði takkarkvæðir.

FavoriteLoadingGoym tekstin