Prís veri Gudi, frelst er mín sál

Orð og lag: Fredrik Wisløff
Týtt: Jákup S. Zachariassen
Upprunaheiti: Gud være lovet, min sjel er frelst

1. Prís veri Gudi, frelst er mín sál
í blóðsins fullgildi eina!
Ei kanst tú vísa mær betri mál
– eg velji blóðið.
Mín skitni búni er snjóhvítt skrúð,
hjá Gudi standi eg reinur nú
í blóðsins fullgildi eina!

2. Eg var fortaptur, sá ongan veg,
men sá so frelsandi blóðið!
Tá eingin makt kundi frelsa meg,
tá frelsti blóðið!
Mín tunga byrði varð tikin av,
eg tveitti meg í Guds náðihav
– takk fyri reinsandi blóðið!

3. So lat nú koma bert, hvat ið má
– sum verju havi eg blóðið!
Um Satans vald enn meg herjar á
– eg havi blóðið!
Mín sigur ævigt er Jesus Krist,
tí blóðið heldur, tað veit eg vist
– takk fyri dýrmæta blóðið!

4. Lov, tøkk og prís nú tær veri, Gud
– takk fyri loysandi blóðið!
Takk, at tú gavst mær so sælan lut,
– takk fyri blóðið!
Tá eg har heima í hvítum skrúð
skal syngja lovsong sum aldri nú,
tá tøkk fær Gud fyri blóðið!

FavoriteLoadingGoym tekstin