Prís veri Harranum, náðin er frí

Orð: Fanny Crosby
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Victor Danielsen

1. Prís veri Harranum, náðin er frí,
náðin er frí, náðin er frí!
Sál, tú, sum stríðir títt vónleysa stríð,
náðin er endaleys, frí!
Um tú Guds náði bert líta vilt á,
náðin er frí, náðin er frí;
frið skal tín friðleysa samvitska fá,
náðin er endaleys, frí.

Niðurlag:
Jesus, tín Frelsari, hyggur á teg,
hyggur á teg, hyggur á teg,
milt og í kærleika kallar á teg,
hyggur og kallar á teg.

2. Hví halda fram á tí vónleysa veg!
Náðin er frí, náðin er frí;
andin teg kallar og stríðir við teg,
náðin er endaleys, frí.
Stýr mót tí ljósi, tín sál hevur sæð!
Náðin er frí, náðin er frí;
Jesus tær bíðar, vil frelsa í dag,
náðin er endaleys, frí.

3. Minst til tann kærleik, í hjarta hans var –
náðin er frí, náðin er frí –
tá fyri okkum hann straffina bar!
Náðin er endaleys, frí.
Blotna tí, hjarta, og kom til hann nú!
Náðin er frí, náðin er frí;
kom, sum tú ert, tá ert vælkomin tú!
Náðin er endaleys, frí.

4. Ja, tað er frelsa til hvønn tann, sum vil,
náðin er frí, náðin er frí!
Kom nú og krossin hans halla tær til,
náðin er endaleys, frí.
Jesus tær bíðar, áh, lít á hans navn –
náðin er frí, náðin er frí –
stýr inn títt far í ta stormtryggu havn!
Náðin er endaleys, frí.

FavoriteLoadingGoym tekstin