Prísa Gudi, lat í morgin

William Gibson SloanPhilip Paul BlissVictor Danielsen
Orð: William Gibson Sloan
Lag 1: Philip Paul Bliss
Lag 2: Samuel Webbe
Lag 3: Jens Guttesen
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Praise the Lord, and leave tomorrow

1. Prísa Gudi, lat í morgin
hvíla í tíns Faðirs hond!
Svíkja kunnu ei hans lyfti,
pín við sorg ei tína ond!
Hann er trúgvur,
hann er trúgvur,
legg alt títt bert í hans hond!

2. Trúgv í dag, og lat í morgin
bera sína egnu sorg!
Hvat so enn títt bróst vil tyngja,
Harrin vera vil tín borg;
hann er trúgvur,
hann er trúgvur,
legg á hann bert hvørja sorg!

3. Bið í dag, og lat í morgin
bera við sær, hvat hann vil!
Hoyr Guds lyfti: Sum tín dagur
skal tær styrki leggjast til!
Hann er trúgvur,
hann er trúgvur,
lat so koma, hvat ið vil!

4. Vak í dag, og minst, at morgin
kanska aldri koma skal!
Tí í dag kann Harrin koma –
stóra gleði, vón so sæl!
Hann er trúgvur,
hann er trúgvur,
vænta hann, sum koma skal!

5. Stríð í dag og gloym í morgin!
Neyðin stór umkring teg er,
sálir doyggja, syndin ræður –
far, hitt dýra sáðið ber!
Gud er trúgvur,
Gud er trúgvur,
hann skal signa tað, tú ger.

6. Vak tí, bið og lít á Harran,
virka trúfast dag um dag!
Kraft tær gevast skal, tí trúgvur
er tann Gud, sum lovar tað;
hann er trúgvur,
hann er trúgvur,
hann, sum koma kann í dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin