Prísa, sál mín, himnadrotti

Orð: Henry F. Lyte
Týtt: Edm. í Garði

1. Prísa, sál mín, himladrotti,
til hans trónu lov fram ber;
leyskeypt, grødd við krossins mátti,
synd tín fyrigivin er.
Prísið Gudi! Prísið Gudi!
Hann um ævir kongur er.

2. Prísa náði hans og yndi
móti fedrum farnu tíð;
fyri revsing hann oss sýndi
mangan signing, mild og blíð.
Prísið Gudi! Prísið Gudi!
Trúfesti hans ber at ský!

3. Faðirliga hann oss leiðir,
forløg vár hann kennir væl,
okkum allar gøtur greiðir
og frá óndum bjarga skal.
Prísið Gudi! Prísið Gudi!
Tit, sum náðin gjørdi sæl!

4. Einglar, hjálpið oss at prísa,
tit, hans orðum geva ljóð!
Sól og máni, tit, ið lýsa,
heiðrið Gud á himnaslóð!
Prísið Gudi! Prísið Gudi!
Náði hans er ævig góð.

FavoriteLoadingGoym tekstin