Prísað veri Jesu navn

Orð: Wayne Romero
Týtt: M.C. Restorff

:,: Prísað veri Jesu navn!
Prísað veri Jesu navn!
Lívið ævigt hann mær vann,
prísað veri Jesu navn! :,:

1. Gud hevur talað til mín,
bar av sonnum gleðiboð,
og eygað sá á krossin,
tí kann eg syngja so.
Í trygd, tí hann er verja,
kós er løgd mót Himmalhavn.
Prísað veri Jesu navn.

2. Hann lýsir mær á vegnum,
og mín fótur stígur trygt
mót dýrdini í Himli,
til stað, Gud hevur bygt.
Eg takki tær, mín Faðir,
at tú tókst meg í tín favn!
Prísað veri Jesu navn.

FavoriteLoadingGoym tekstin