Prísað veri Navnið Jesus

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Prísað veri Navnið Jesus,
Tað við gleði fyllir meg!
Eina hetta Navn meg loysti,
tá ið eg gekk syndaveg.
Tí vil eg nú prísa Jesus,
Hann Sítt lív gav fyri meg;
nú eg gangi við Hans síðu,
tí Hann elskar, elskar meg.

2. Skjótt Hin Stóri Dagur kemur,
Jesu Brúður flytir heim!
Ger teg, vinur, nú til reiðar,
slepp nú heimsins tóma gleim.
Skjótt vit síggja skulu Jesus,
sum á krossins træi hekk;
eg í ævir skjótt skal njóta,
friðin, eg frá Jesus fekk.

3. Ferðarbúnin skal umbýtast
við eitt Himmalskt brúðarskrúð;
vit um Trúnu Lambsins standa,
síggja tað, vit hava trúð!
Tá vit altíð skulu vera
har, sum gleðin verður vís;
Jesus skulu vit har skoða,
ævigt syngja Honum prís!

FavoriteLoadingGoym tekstin