Prísaður Gud, vár Gud

Horatius BonarVictor Danielsen
Orð: Horatius Bonar
Lag: M.K.W.
Týtt: Victor Danielsen

1. Prísaður Gud, vár Gud!
Einborna Son sín gav hann okkum her;
gáva tað fram um allar gávur er;
prísaður Gud, vár Gud!

2. Hvat gevur hann ei tá!
Frítt fyri einki gav hann okkum alt,
gávu, sum eingin søkti, eingin galt;
hvat gevur hann ei tá!

3. Hann spardi ei sín Son!
Tagna má fyri hesum ivi, frykt,
stilt verður hjartað, sálin hvílir trygt;
hann spardi ei sín Son!

4. Hvør skal fordøma nú!
Kristus er deyður, risin og nú er
heima hjá Gudi, vára søk fram ber;
hvør skal fordøma nú!

5. Gud sjálvur rættvísger!
Hvør kann burt taka friðin, sum hann gav,
hvør døma við tí lóg, sum hann tók av!
Gud sjálvur rættvísger!

6. Sigurin okkara!
Guds Sonur fyri okkum gav seg her,
stríðið hann stríddi, sigur vunnin er;
sigurin okkara!

FavoriteLoadingGoym tekstin