Prísið Gudi mikli einglaherur

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag: Freylinghausen (Hirði góði, halt tú meg)
Viðmerking: Yrktur 15. november í 2007.

Prísið Gudi mikli einglaherur!
Prísið honum sól og máni hátt!
Prísið honum vøtn og allar verur,
stjørnufjøld á myrku vetrarnátt!

Himnar himna Harrans navni prísið!
hansar skaparverk vit eru øll.
Dýrd hans yvir jørð og himni rísi.
Prísið honum heyggjar, hav og fjøll!

Prísið Gudi unglingar og moyggjar,
konur, menn og børn um jarðar kring!
Prísið honum vára vøkru oyggjar!
Kom, tú sál, títt halleluja syng!

Prísið Gudi, hesin mannaskari!
Latið lovsong ljóma foldum frá!
Funnið er tað, sum var burtur farið!
Tøkk, o Jesus Krist. Halleluja!

FavoriteLoadingGoym tekstin