Prísið Harranum! Harrin er góður

Orð: Victor Danielsen
Lag: Stephen C. Foster, Leivur Guttesen, Lars Søraas

1. Prísið Harranum! Harrin er góður,
Harrans miskunn ei enda skal fá;
prísið Harranum, systir og bróðir,
lat várt hjarta nú hørpuna slá!
Tá í trongd eg til Harran mær vendi,
kom til hjálp mær hans veldiga hond,
eins og tráður, ið eldurin brendi,
brustu trældómsins leinkjur og bond.

2. Nú er Harrin við mær – eg ei ræðist;
hvat kann menniskja nú gera mær!
Nú er Harrin við mær – eg ei smæist,
um bert fíggindar eyga mítt sær.
Heldur heita á Harran enn kongin,
heldur líta á Gud enn á mann;
tá ið um galt, var vinurin eingin,
men tá sveik ikki nakra tíð hann.

3. Allir myrkursins andar nú herja
á mítt hús, men eg vinna teir skal;
Harrans navn er mín sigrandi verja,
var sum sandur enn fíggindans tal.
Eins og tistlar í eldinum brenna,
skal hvør fíggindi falla á jørð;
hvør, ið móti mær kemur, skal kenna
Harrans orðs hitt tvíeggjaða svørð.

4. Mangan hart hevur fíggindin sligið,
mangan grátur á kinnini rann,
ja, eg slættur á jørð havi ligið,
meðan harðasti stormurin brann.
Ikki hevur hann sigur tó vunnið,
tí hin livandi Gud er mín borg,
eg í veikleika kraft havi funnið,
hvíld í stríði og gleði í sorg.

5. Har sum Gud býr, er styrki og friður,
har er sigur og gleði og troyst;
sama hondin, sum nívdi meg niður,
hevur eisini aftur meg reist.
Hevur Harrin enn ofta meg tyktað,
tó eg uppreising hvørja ferð fann,
eg vil ei fyri deyðanum frykta,
eg skal liva og tala um hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin