Prísið, lovið Jesusi, loysnara várum

Fanny Crosby
Orð: Fanny Crosby
Lag: Chester G. Allen
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Prísið, lovið Jesusi, loysnara várum.
Jørðin, syng og sig frá hans kærleika.
Heilur! Heilur! Rópið tit himmalsku skarar,
veldið, æran, dýrdin er hansara.
Sum ein hirði Jesus vil varða síni,
sterka hond hans leiðir tey dag um dag,
sigið frá hans stórleika, mátti og megi,
prísið honum alsamt við gleðilag.

2. Prísið, lovið Jesusi, loysnara várum.
Fyri synd og sorg vára doyði hann,
hann, vár vón, vár klettur, vár æviga frelsa.
Heilur! Heilur! Jesus, sum deyðan vann.
Mildur, stillur Frelsarin spottið toldi,
krýnt við hvøssum tornum hans høvur var,
fyri okkum vrakaður, háðaður, myrdur,
nú vár drottur ævigan lovsong fær.

3. Prísið, lovið Jesusi, loysnara várum.
Himlar, hevjið Harranum takkarsong.
Jesus Kristus ræður í aldur og ævir.
Krýn hann! Krýn hann! Prest og profet og kong.
Deyðin vunnin – syngið um tað, tit frelstu. –
Hvar er nú tín broddur og sigur tín?
Jesus livir – fullkomin gleðin er vorðin. –
Jesus kemur – loysnari tín og mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin