Pynta jólamann

Orð: Regin D. Patursson
Lag: Enskt fólkalag

Nú skulu vit gera ein lítlan fittan jólamann.
Ímeðan vit syngja, skulu vit skiftast um at pynta hann.
Troyggjuna fyrst vit lata hann í, og hon skal vera reyð.
Alt hetta stríð, tað tekur jú tíð, men her er ongin neyð.
Á, á, nú sær út til, at hon er eitt sindur víð.
Tað ger kanska minni, tí tá er hon góð at dansa í.

Reis teg nú upp, gev onkrum eitt klemm, tað gera jólamenn.
Set teg so aftur, tí at vit eru ikki liðug enn.
Nøsin er bleik. Hon fær ein blett av reyðum, so hon sæst.
Og nú er klárt at fara í holt við tað, sum kemur næst.
Eru øll til reiðar? Hetta her má ganga væl.
Syngja vit ímeðan, gongur hesin leikur sum eitt spæl.

Hosurnar vit draga upp á tey nakað stuttu bein.
Eisini má hann frá okkum fáa eina góða reim.
Kemur eitt lot, fær hann eitt kot at hita kroppin við.
Skeggið er hvítt, ja, og tað er sítt og húgvan jólalig.
Nú er hann í „galla“, hann má fáa vøttir við.
Tí hann skal ígjøgnum skalvar, kanska vaða heilt upp undir mið.

FavoriteLoadingGoym tekstin