Ranja Kastanja

Páll Oddur Lamain Rubeksen
Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Hon tekur mína hond og leiðir meg eftir strondini.
Hon droymir seg burtur til hini londini.

Hon peikar á sólina, sum slóknar í havinum.
Hon vassar útí øllum klæðunum.

Ranja Kastanja, vil tú ferðast nógv skjótari?
Eg vil ferðast við tær, men tín blindheit ger, at tú sær.

Vil tú sova hjá mær?
Vil tú sova hjá mær?

Hon er vill og frí og ikki til mína tíð.
Hon lokkar meg burtur í øllum tí, eg haldi í.

Hon peikar á lívið, sum eg aldrin havi sæð.
Hon hyggur vekk, og so gongur hon avstað.

Ranja Kastanja, vil tú ferðast nógv skjótari?
Eg vil ferðast við tær, men tín blindheit ger, at tú sær.

Vil tú sova hjá mær?
Vil tú sova hjá mær?

FavoriteLoadingGoym tekstin