Rann aldri grátur kinnum á

Victor Danielsen
Týtt: Victor Danielsen

1. Rann aldri grátur kinnum á,
var rósan tornafrí,
hvør lætt, hvør lætt vit gloymdu tá
várt heim Guds ríki í!

Niðurlag: Heim, signaða heim,
várt signaða himmalheim,
hitt heim, okkum Jesus til reiðar ger nú,
várt signaða himmalheim!

2. Men Gud so vísur skonkti í
várt bikar lyst og neyð;
so minnast vit, um stutta tíð
er gloymt alt, verðin beyð.

3. Várt heim! Hvør stórt at minnast tað
í sorg og sakni her,
at í tí fagra Himmalstað,
har sorgin nevnd ei er!

4. Áh, sælur verður dagurin,
tá sál mín loyvi fær
um Salems portur trína inn –
áh, ljósi morgun har!

FavoriteLoadingGoym tekstin