Rasputin

Orð: Finnur Koba
Lag: Ísak Sambleben og Høgni Fagraberg

Hey Rasputin
Hvat er tað, sum nívir teg?
Og sum pínir teg?

Er tað Klaksvíkin?
Er tað hennar’ tónleikur?
Hennar’ tómleikur?

Hvar er nú drotningin?
Hvar er handan Boney M.?
Far upp og gev henni eitt klemm

Hey Rasputin
Hvat er tað, sum nívir teg?
Og sum pínir teg?

Hvar fór hann, sum sang mín yvirklang?
Hanus G. og Kári P.?
Kann onkur ikki vísa mær tónleikin?
Kann onkur ikki vísa mær veg?

Er tað Rasputin?
Er tað kærleikskongurin?
Drotningar fongurin?

Hey Rasputin.
Tak nú hasa Boney M.
Far upp og gev henni eitt klemm

Góði Rasmussen
Klipp nú handan nalvastrong
Við tíni klipitong

Hey Rasputin
Hvat er tað sum nívir teg og sum pínir teg?

Trónin er deyð og fólkið í neyð
Og dansigólvið krevur sítt blóð
Kann KÍ ikki vísa mær tónleikin?
Kann KÍ ikki rópa varskó?

FavoriteLoadingGoym tekstin