Regn

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Knút Olsen

1. Regn og regn og regn og regn!
Langar løtur skramblar
døkkum rútum hart ígegn;
gásarungin svamblar
har, sum áður músin fín
rann so turr um tá og trýn.

2. Regn í dag og regn í gjár!
Útsynningur grætur;
runnu stútt hans stríðu tár
nú í nógvar nætur.
Eggin er so brúnasíð.
Grátt um hav og grátt um ský.

3. Grátt og rátt og runuvátt
rennur ruskut túnið;
sum at hoyra toruslátt
buldrar fossur brúni.
Áin, ill og ørg og skjót,
ruddar grund og rullar grót.

4. Trútnar bróst og duratræ,
dryppar gjøgnum nævur;
trekt og tungt gerst sinnalag;
veðursjúkur maður
missir bæði hug og megn.
Regn og regn og meiri regn.

FavoriteLoadingGoym tekstin