Rein, klár markleysa áin

Jóhan við Neyst
Orð og lag: Thomas T. Barratt
Týtt: Jóhan við Neyst
Upprunaheiti: Dyp, bred, hellig og mægtig

1. Rein, klár markleysa áin
vellir Golgata krossi av.
Frísk, rík, undurfull náðin
streymar eins og eitt hav.
Sálin drekkur glað og frí,
søkkur lívsins sorg har í.
Synd, dóm, deyða og sút,
alt Frelsarin strikar út.

2. Kraft, lív, keldan hin reina,
fyllir likamið, sál og ond.
Her í Anda Guds eina
knýtast sterkastu bond.
Her tú elskar Harran frítt,
hann, sum hevur stríðið strítt.
Fram, fram, heilaga flóð! –
tað er jú Guds sonar blóð.

3. Nýt tær gávur, tú eigur,
veri lívsleið tín rein og skær.
Íðin gakk, hann teg leiðir,
alt hann veitir nú tær,
ognir, æru, lív og kraft,
lívsins bestu hjartasaft!
Jesus ofraði seg,
meg allan nú gevi eg!

FavoriteLoadingGoym tekstin