Reinsa hjarta mítt

Týtt: Jógvan Steintún

1. Reinsa hjarta mítt
eins og gull skært
og dýra silvur.
Reinsa hjarta mítt,
so tað er sum gull
– reint gull.

2. Reinsarans eld –
mítt hjartans tráan er
at vera halgur.
Set alt til viks í mær,
eg vil vera halgur.
Set alt til viks í mær, Harri,
so eg tær fylgja kann.

3. Reinsa hjarta mítt,
tak tú mína synd
og ger meg halgan.
Reinsa hjarta mítt,
reinsa hvønn ein krók
– goymdan krók.

FavoriteLoadingGoym tekstin