Reinur sum kavi

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Hjørleif Poulsen

1. Reinur sum kavi, frelsu eg havi
fingið við Jesu Kristusar blóð.
Orðið mær sigur, at nú er friður
fingin, tí lambið fíggindan slóð.
Frelstur eg eri, sælur, bert tí
Jesus, Guds sonur, deyðan gekk í.
Frelstur frá dómi, himin eg hómi.
Amen, halleluja.

2. Hugsa eg mundi, at Gud ei kundi
náði mær veita, júst sum eg var.
At skula líða, berjast og stríða
stóð mær for eyga livandi nær.
Hart gjørdist stríð mær, møði og neyð,
og eg bert fann har máttloysi, deyð.
Hann hevur vunnið, blóðið er runnið!
Amen, halleluja!

3. Í øllum váða eg tó kann fáa
náði, tí Jesus frelsu mær vann.
Hann mátti líða, berjast og stríða,
í fylling tíðar sigraði hann.
Reystur eg renni, hoyr mína rødd:
Syndin er strika, sálin er grødd.
Gud blítt mær sigur, at nú er friður!
Amen halleluja!

FavoriteLoadingGoym tekstin