Reka skíggj um høga tind

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: J. Olsen

Reka skíggj um høga tind,
fýkur ódn um garð,
verð tú trygt, tú lítla kind,
eg skal vagga tær.

Risin gongur fram við gjógv,
hann vil taka teg –
flýggjar tó um víðan sjógv;
risin ræðist meg.

Fýkur ódn um høga tind
– kemur kavaæl –
óttast ikki kaldan vind,
sov nú – sov nú væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin