Reka skýggj um høga tind

Hans Andrias DjurhuusHanus G. Johansen
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag 1: Jacob F.C. Olsen
Lag 2: Hanus G. Johansen

1. Reka skýggj um høga tind –
fýkur ódn um garð –
ver tú trygt, tú lítla kind –
eg skal vagga tær.

2. Risin gongur fram úr gjógv,
hann vil taka teg –
flýggjar tó um víðan sjógv;
risin ræðist meg.

3. Fýkur ódn um høga tind
kemur kavaæl –
óttast ikki kaldan vind –
sov nú – sov nú væl. –

FavoriteLoadingGoym tekstin